Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu dagarnar hevur kjakið um svenska veðurlagsaktivistin, Greta Thunberg verið heitt.

Nógv eru samd og stuðlandi, meðan onnur eru ósamd.

Soleiðis vil so vera óansæð, men fleiri hava nýtt høvið til at brúka hennara aspeger-diagnosu ímóti henni, og kalla hana fyri sinnissjúka, svaka, óstabila og onnur ógrunnað uppáhald, tí hon hevur eina sálarlig diagnosu.

Hetta vil Sinnisbata harliga vísa á ikki er rætt.

Diagnosur eru arbeiðstól hjá fakfólki, men skulu als ikki brúkast sum vápn frá vanligum fólki.

Tað er í lagi at vera ósamd, men skeivt at brúka diagnosur ímóti fólki, heldur enn at brúka veruligar grundgevingar.

Sjálv sigur Greta, at hon sær sína diagnosu sum ein fyrimun heldur enn eina forðing.

Tað vilja vil fegin stuðla undir, at tað kann vera møguligt.

Øll hava rætt til at siga sína meining, eisini børn - við ella uttan eina diagnosu!

/Sinnisbati

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo