Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað hevur nú í eina tið verið hildið loyniligt, men VP hevur fingið innlit í málið.

Tilfarið úr Eysturoyartunlinum, sum verður koyrt inn á Sund, hevur víst seg at vera sera áhugavert.

Nakað av tilfarinum er farið í Sundsá. Áin hevur skolað tilfarið burtur og nú sigur ráðgevin hjá tunnilsfelagnum, Eivin Grøv, at teir hava funnið restir av rubinum og diamantum í hesum tilfarið.

Eivin Grøv sigur við VP, at mongdin ikki var nakað serligt at byrja við, men nú hava teir víðkað seismisku kanningarnar á Tangafirði.

Eivin sigur, at serliga Klaksvíksálin tykist vera áhugaverd.

Fyribils niðurstøðan hjá Eivin Grøv er, at helst eru diamantar og rubinur at finna í rakstrarverdum nøgdum.

Landsstýrismaðurin er kunnaður um støðuna og keldur sum standa landsstyrismanninum nær upplýsa, at Henrik Old ætlar, at diamantar skula fíggja ein tunnil til Suðuroyar.

VP fylgir gongdini í málinum - trýst her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo