Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Týsdagin 19. november hava hjúnini Ása Wenningstedt og Jógvan Rasmussen veriđ gift í 60 ár.

Ása, sum varđ fødd í 1941 er dóttir Armgardt Wenningstedt og Hjalmar Hansen av Slættanesi. 

Jógvan er føddur í 1936 og er sonur Chatrinu og Jens Rasmussen viđ Kirkjar í Miđvági. Tey eiga 4 døtur, 21 ommu- og abbabørn og 19 langommu- og langabbabørn.

Í nógv ár var Jógvan við trolarunum hjá Kjølbro og eftir at hann legðist upp á land  arbeiddi hann í fleiri ár á Snarfrost flakavirkinum í Miðvági.

Eftir at børnini vóru undankomin var Ása eisini í nógv ár arbeiðsfólk á sama virki.

Bæđi eru byrg. Ása er ófør viđ myndatólinum og Jógvan fastur fúsur í undirhúsinum hjá miđvingum.

Dagurin verđur hildin saman viđ eftirkomarunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo