Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Diana P. Strøm, leiðari á demensdeplinum á Tjarnargarði og Ingun Eidesgaard, eindarleiðari

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Diana P. Strøm, leiðari á demensdeplinum á Tjarnargarði og Ingun Eidesgaard, eindarleiðari

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Diana P. Strøm, leiðari á demensdeplinum á Tjarnargarði og Ingun Eidesgaard, eindarleiðari

Tórshavnar kommuna: Diana P. Strøm er sett sum leiðari á demensdeplinum, sum er fyrsti av sínum slag í Føroyum.  Diana P. Strøm er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt í Heilsu- og umsorganartænastuna síðan lokna útbúgving og seinastu árini sum deildarleiðari.

Leiðslan í heilsu- og umsorganartænastuni fegnast um, at leiðarin nú kann fara undir at fyrireika virksemið á nýggja demensdeplinum saman við starvsfólkunum.

Endamálið við demensdeplinum er at veita eitt slóðbrótandi, tvørfakligt heildartilboð til borgarar við demenssjúku á øllum stigum í sjúkugongdini. Talan er um búpláss, stuttíðarpláss, virkis- og venjingartilboð eins og ráðgeving. Arbeitt verður við heilsufremjan, fyribyrgjan, endurmenning (rehabilitering) og sjúkrarøktarfakligum átøkum, sum stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív.

Demensdepilin letur eftir ætlan upp um miðjan apríl 2021, og Diana byrjaði í starvinum 1. januar 2021.

Vit fara at ynskja henni til lukku við nýggja starvinum og bestu eydnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo