Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Andakt til dýra biðidag. Matteus evangeliið 7,7-14. Sálmur nr. 390. Ikki fyrrenn vit missa eini fyri okkum sjálvsøgd rættindi, læra vit veruliga at seta prís uppá tey. Tað hava hesar seinastu átta vikurnar helst lært okkum, tí brádliga sluppu vit ikki at koma saman. At sleppa at leggja alla stúran, tráan og neyð fram fyri faðir okkara í Himli eru eisini eini sonn framíhjárættindi. Tí hann kenna vit gjøgnum Jesus Kristus sum okkara kærleiksfulla faðir, sum gav alt fyri at bjarga okkum. Dýra biðidag dvølja vit við tey djørvu lyftini, sum Jesus gevur okkum um bøn: “Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo