Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroya Ríðingarfelag: Stóra familutiltakið, Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag verður nú hetta vikuskiftið. Tiltakið er í Havnardali og er báðar dagarnar frá kl 14 til 18. 

Djóradagar hava ikki verið seinastu tvey árini vegna korona, so felagið og limirnir eru sera spent at bjóða gestum vælkomnum á økið aftur. Vanliga eru áleið 5-6000 fólk á økinum hesar dagarnar. 

Serliga er tað tey smærri børnini sum plaga at dáma væl Djóradagar. Tað er forkunnugt hjá teimum at kunna síggja so nógv djórasløg samstundis. Nevnast kunna úr rúgvuni, gæs, dunnur, fjallaneyt, slangir, sugar gliders, hønir, kempikanin umframt heili 10 ymisk rossasløg. 

Tyrlan kemur at vitja í dag, teir gera eitt hoist umleið kl 15:30 í dag. Sum vant eru hoppiborgir o.a. í ríðihøllini, eisini verður kaffisøla o.a. bæði í høllini og felagshúsinum 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo