Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ríðingarfelagið: Nú veturin er um at missa takið og tað gongur móti ljósari tíðum, er nevndin í Føroya Ríðingarfelag eisini av álvara farin undir at fyrireikað Djóradagar 2017.

Teir eru sum vant seint í Mai mánaði. Vikuskiftið 27 og 28 Mai verður karmur um árligu Djóradagarnar hjá Føroya Ríðingarfelag. Hesir dagar hava nú skjótt verið hildnir í 20 ár.

Tað sum seint í seinastu øld, byrjaði sum eitt lítið hugnatiltak, er vaksið til eitt tiltak har fólk ferðast úr øllum landinum at vitja, hetta at síggja djór og at hava eina hugnaliga løtu í Havnardali.

Føroya Ríðingarfelag hevur øll árini lag dent á, at hetta skal vera eitt tiltak, ið ikki er so dýrt fyri familjuna. Kanska er tað akkurát hetta, sum er uppskriftin at fáa fólk at koma aftur ár aftaná ár.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo