Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað er trupult at steðga við einum gomlum siði. Fólk vilja halda fast, men tá sjálvt føroysku heilsumyndugleikarnir mæla frá at eta hvalin, so vænti eg, at tað gongur ikki long tíð, til grindadrápið fer í søguna.

Soleiðis sigur Samuel Rostol, sum í summar er vorðin kendur í Føroyum, tí hann í 10 vikur hevur verið til staðar har sum grindir hava lagt beinini, og eitt nú við at filma við dronu og aðrari útgerð hevur provokerað so nógv, at hann eisini er vorðin eitt mál hjá politinum.

Hann fór úr Føroyum tveir dagar áðrenn stóra springaradrápið í Skálafirði, men, sigur hann, tað bilar onki, tí vit fingu nógvar myndir og videobrot frá føroyingum, so tað drápið er væl dokumenterað.

Hann sigur eisini, at tað javnan kemur fyri, at føroyingar venda sær til hansara, tí teir taka undir við mótmælunum, men tora ikki at siga tað alment.

Les viðtal við hann í miðlinum YeniSafak

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo