Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vit bæði konan avgjørdu at ferðast í egnum landi, áðrenn vit fara av landinum í summar at vitja okkara kæru í Danmark. Kristi himmalsferðardag avráddu vit at fara vestur í Vágarnar at njóta ein góðan bita.

Ávegis til Gásadals vóru vit til gudstænastu í Miðvágs kirkju. Ein góð løta í kirkjuni við frágera góðum sálmasangi. Tað var gleðiligt at vera aftur í halgidóminum. Kirkjuliðið ríkar okkara gudstrúgv. At sita saman á bríkini í sama rúmi samstundis. Nærvera í nærleika hevur avloyst nærveru í frástøðu.

Á veg vestur til Gásadals komu vit framvið Vága Floghavn. Harmilig støða, ein døpur sjón. Einki fólk, deyðastilt og óvirkin vinnutól. Hópuppsagnir og valdandi ráðloysi í royndini at yvirliva, nú Covid-19 aldi eina fíggjarkreppu.

Havi verið nóg leingi virkin í sosialum og kirkjuligum verki til at vita, at uppsagnir sjáldan eru vegurin frameftir, í øllum førum ikki ein gongdur vegur fyri fjøldina.

Byrjanin í nítiárunum í undanfarnu øld við hópuppsøgnum og fólkaflyting er eitt dapurt tíðarskeið, ið vónandi ongantíð aftur verður føroyafólks veruleiki.

Hin einstaka menniskjan og tilveran hjá familjunum er mikið meira verd enn nógvar almennar milliónir í undirskoti. Havi mangan áður borið uppá mál, at valið er rættari, um vit lata fólkið – allar landsins borgarar – hava tað gott, og landið samstundis skarvar av sínum yvirskoti. Eitt land við túsundtals persónum á fátækramarkinum er eitt fátækt land.

Áðrenn orðini gerast ov mong er vert at takka politisku skipanini, sum eftir einum degi varð varpað inn í eitt alheims ódnarveður vegna Covid-19. Løgtingið, landsstýrið við Løgmanni á odda og tann politiska skipanin hava latið úr hondum eitt megnar avrik til tess at basa sóttini.

Serkøn fólk og almenn starvsfólk, ið varða av fólksins heilsu, hava verið framúr dugnalig. At eingin er deyður av hesi sóttini í Føroyum, tað er hvørja krónu vert, ið vit hava mist í inntøku.

Men, tað er ikki rætt, at tey fáu gjalda verkliga prísin fyri tey nógvu. Her mega vit finna eina skipan, ið munar og slær javnt út á landsins borgarar. Sama skipan eigur at ganga báðar vegir við inn- og útgjaldi alt eftir búskaparstøðuni í landinum.

Bæði ríkidømið sum ogn og undirskotið sum gjald mega líknast út á landsins íbúgvar eftir førimuni og tørvi. Vit mega finna ein frymil, ið tryggjar, at øll menniskju hava tað so gott, sum tað ber til. Menniskjan er altíð størri enn kursurin á krónuni.

Bæði politiska samgongan og andstøðan hava staðið saman, nú brotasjógvar skolaðu inn yvir landið. Tað er gott og flott. Tað skapar trygd og virðing.

Tó, fólkaræðið tolir smávegis ella størri ósemjur. Vit fegnast um frælsi at hugsa, skriva og tala. Vit eru takksom fyri, at kristnar kirkjur kunnu nýta almenna pallin til at bera gleðiboðskapin um Jesus í prædiku, tali og sangi. Stóra tøkk fyri tað.

Bæði tann kristni boðskapurin, tann breiði mentunarligi pallurin saman við alskyns list er eitt slag av koppingarevni móti mótloysi og líkasælu. Hesi fólkini góvu okkum lívsneyðugt súrevni til lív og trivnað, nú harðast leikaði á. Uttan inntøku, ókeypis.

Koyrdu fram við flogvøllinum ávegis heimaftur mett og væl sett. Samtalan var vanligt samskifti millum hjún. Ikki stórvegis háborin hugsan, einans livdu í dýrdarveðri. 

Andaktin byrjaði at taka skap. Kristi himmalsferðardag fór Jesus aftur til himmals.

Sáttargerðin – fyrigeving fyri vára føll og misbrot – var fullgjørd. Lærusveinarnir vórðu sendir út at prædika boðskapin um frelsu Guðs. Ábyrgdin fyri jørðini var latin teimum í hendi. At siga tað góða, at vilja tað gagnliga og fremja tað í verki.

Vit vóna, at Atlantic Airways og tess dugnaligu starvsfólk koma aftur á veingirnar sum skjótast. Flúgvingin skapar virksemi í øllum landinum. Okkum dámar væl at sita umborð og njóta eina góða tænastu. Okkum hóvar at síggja myndina úr erva og heildina.

Bønin í Dómkirkjuni 10. mai 2020 er hóskandi:

“Vit biðja um vísdóm, nú samfelagið varisliga letur uppaftur. Vit biðja um politiskt dirvi til at taka stór tøk og djúpt niður í lumman teimum treingjandi til hjálpar. Ver við teimum arbeiðsleysu, teimum uttan býli, teimum fátæku og teimum, ið missa vinnutól og arbeiði.

Takk fyri tað privata vinnulívið. Gev teimum hugflog og dirvi at slóða nýggja rás og samstundis ganga kendar gøtur. Lat tey koma sterkt afturíaftur.

Takk fyri tann almenna geiran. Gev teimum góðar umstøður til tað dagliga arbeiðið.

Gev okkara serkønu umstøður til vísindaliga gransking landi og fólki at gagni.

Heilagi faðir! Gev okkum útsýnið og innlit til at skilja heildina, at tí almenna tørvar tað privata vinnulívið, at tí privata vinnulívinum tørvar tann almenna geiran. Lat tað vera nakað, ið Covid-19 lærir okkum, – virðing, samhaldsfesti og brøðralag.” Amen.

Orðið: ”Og húsbóndin rósaði tí órættvísa húshaldaranum fyri tað, at hann hevði borið seg klókliga at.” (Lukas 16,8).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo