Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Filmurin ”Grindahvalur” er íkomin av samstarvi ímillum føroysk umhvørvisáhugaði og tveir bretskar filmsframleiðarar Andy Ottoway og Andrew Sutton. Í stóran mun er filmuriníkomin undir leiðslu úr Føroyum.

Filmurin kannar nátturligu søguna og miðsavnandi leiklutin, ið grindahvalur hevur í føroyska liviháttinum ígjøgnum øldir. Hesin liviháttur og hvalirnir standa nú andlit til andlit við eina óvissa framtíð. 

Meðan filmurin varpar ljós á, at alheimsdálkingin hóttir grindahvalin, ið eru siðbundin føroyskur matur, varpar hann eisini ljós á møguleikan fyri einum nýggjum sambandi ímillum føroyingar og grindahvalin. Eitt samband, ið kann vera báðum pørtum til miklan sóma langt inn í komandi tíðir

Rúni Nielsen, sum er frásøgumaður í filminum, sigur soleiðis um filmin:

- Eg gleðist um, at filmur okkara nú er klárur at verða vístir fyri fyrstu ferð, og eg vóni, at nógv møta upp at njóta frumsýningina her í Føroyum. Meðan filmurin avdúkar ótrúligt innlit í lívið hjá hesum fantastisku djórum, so hevur hann eisini ein tankavekjandi og eggjandi jaligan boðskap til eftirtíðina.

Rúni heldur, at filmurin fremur eitt meira jaligt og uppbyggjandi orðaskifti innanoyggja yvir framtíðina hjá grindini, men eisini leggur dent á, at tað eru vit føroyingar sjálvur, ið mugu taka avgerð um hvat skal henda framyvir.

Altjóða viðurkenda og víðagitni Sir David Attenborough leggur fyri í filminum, og innlegg eru eisini frá føroyingum. Við eru millum onnur: Rúni Nielsen, Ingi Sørensen, Jens Mortan Rasmussen, Marna Frida Olsen og Pál Weihe.

- Vit eru takksamir fyri íkøstini frá okkaru føroysku vinum og samstarvsfeløgum, serliga Rúna Nielsen. Fyri teirra íblástur og eldhuga fyri hesari verkætlan. Vit vilja senda eina serliga tøkk til Sir David Attenborough fyri at hann gav sær stundir úr strangu tímatalvu síni at leggja hansara ómetaliga stuðul til okkum, sigur framleiðarin Andy Ottoway.

Eftir frumsýningina verður pallborð, har høvi er at seta spurningar til framleiðarar og tey luttakandi. Tað er ókeypis atgongd til frumsýningina, og okkurt leskandi verður at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo