Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Havnarmaðurin, Daniels Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin, fekk ræðuleikan í Kongo fram í ljósmála. Dollin vaks upp í Havn og var trúboðari í Afrika.

Í Afrika sá hann børn og ungfólk, sum høvdu fingið kutað hendur av. Hetta var ein útbreiddur revsiháttur hjá yvirvaldinum í Kongo. Hesa ótespiligu sjón avmyndaði Dollin, og myndirnar ferðaðust síðani víða um heim.

Daniels Jacob Danielsen, Dollin, var føddur 25. juni 1871. Sostatt eru 150 ár liðin, síðani Dollin varð borin í heim. Dollin doyði bert 45 ára gamal í 1916.

Hann ritaði navn sítt í heimssøguna við sínum stríði og avriki móti harðskapi móti fólkinum í Kongo.

Á sjálvum 150 ára føðingardegnum verður skipað fyri minningarhaldi fyri hesum merkismanni.

Tiltakið verður fríggjadagin 25. juni frá kl.16-18. Melda teg til tiltakið her.

Dollin liggur grivin í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Fyrst verður kransur lagdur við grøvina á Svínaryggi, og síðani verður farið yvir í Auluna í Finsen til stuttar framløgur og tónleik.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin í Finsen kl.16:15.

Oddur á Lakjuni fer síðani at greiða frá um bakgrundina fyri tí, sum hendi í Kongo. Og so fer Óli Jacobsen, sum hevur skrivað bók um Dollan, at greiða frá  stríðnum hjá Dollanum fyri fókinum í Kongo og altjóða viðurkenningini, sum hann hevur fingið fyri bardaganum. Endin var, at Leopold kongur annar í Belgia mátti geva Kongo frá sær.

Tónleikur verður við Róki Jákupssyni Jakobsen og Bárði á Lakjuni. Teir eru báðir í ætt við Dollan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo