Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Teir løgdu grund undir "close harmonies", at syngja so reint, tætt og harmoniskt, sum bara brøður ella systkin kunnu gera.

Birgir Kruse, tónleikakønur, heldur, at Everly brøðurnir eisini hava sett síni fingramerki á føroyskan tónleik.

- Tragisku sangirnir, sum Faroe Boys, spældu og sungu til dans, so sum "The Lightning Express", vóru tiknir beint frá The Everly Brothers. Helst var tað millum hesa amerikansku sangtraditión og so norskar sjómanssangir, at Tey av Kamarinum og hesin partur av spæliskránni hjá Faroe Boys bleiv til, sigur hann.

Birgir Kruse heldur, at The Everly Brothers munnu vera millum mest spældu plátur í Útvarpinum, síðan tað byrjaði í 1957.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo