Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danmark hevur tikið eitt stig, sum ongantíð áður er tikið í bardaganum ímóti sjórænarum. Og tað er at drepa fólk, sum eftir øllum at døma vóru sjórænarar.

Hendingin fór fram í gjár, tá tyrlan hjá fregattin Esbern Snare kom fram á ein bát við 8 fólkum umborð. Esbern Snare sendi ein gummibát við hermonnum frá Frømandskorpset at kanna bátin nærri. Hesin vildi tó ikki steðga, og tá donsku hermenninir skutu ávaringarskot skutu hinir aftur. Eftir stuttan bardaga góvu sjórænararnir seg yvir. Tá vóru fýra av teimum deyðir og ein fimti illa særdur. Ongin av donsku hermonnunum fekk skaða.

Danska verjan hevur í morgun upplýst, at allir menninir eru fingnir umborð á Esbern Snare, og nú verður roynt at fáa Nigeria at taka teir í land.

Esbern Snare hevur síðani oktober verið í Guineavíkini, har teir verja vanligu skipaferðsluna ímóti sjórænarum. Fleiri onnur lond gera tað sama, eitt nú USA, Frakland, Italia og Stórabretland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo