
(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)
Danska stjórnin eigur at droppa ætlanirnar um at gera eina lóg sum ásetur, at allar prædikur á fremmandum máli skulu umsetast til danskt.
Tað siga donsku biskuparnir í brævi, sum teir hava sent donsku stjórnini. Eisini biskuparnir í Føroyum og Grønlandi hava skrivað undir brævið.
- Tað hevði skatt umdømi Danmarkar uttanlands, hevði verið ein bági fyri trúarfrælsið og eisini ein praktisk og fíggjarlig byrða fyri donsk trúarsamfeløg, um lógin varð samtykt, siga biskuparnir millum annað í brævinum.
Teir vísa eisini á, at uppskotið eggjar til óneyðugar illttankar og illgitingar mótvegis átrúnaði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo