So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fýra sjúkrarøktarfrøðingar hava rundað meira enn tíggju ár í starvinum, og í hesum sambandi var ein móttøka fyri teimum í Heilsuhúsinum seinnapartin.

Tær fingu eina gávu og eisini eina væl uppiborna heilsan frá borgarstjóranum, Heðini Mortensen.

- Nú tit allar fýra hava verið í starvinum í 10 ár og meira enn tað, so er tað eitt gott tekin um, at tit trívast í arbeiðinum, segði Heðin Mortensen.

- Vit hava seinastu tíðina sagt, at vit skulu hava eitt Býráð fyri borgaran. Og hesum arbeiða vit eftir. Men her gerst einki uttan góð starvsfólk, sum hvønn dag eru um okkara borgarar. So her eiga tit tykkara stóra lut í, at borgarin hevur tað gott í gerandisdegnum. 

Dóra Gaard
Tú ert ein sera dugnaligur sjúkrarøktarfrøðingur. Altíð røkin, umsorganarfull og álítandi. Ongin uppgáva er ov stór ella ov lítil til tín. Havi hoyrt, at tú hevur eitt gott yvirblikk og sigur beinanvegin frá, um tað er eitthvørt. Og tað er ein góður eginleiki at hava.

Tú ert ein av teimum, sum minnist so sera væl alt – bæði tøl, nøvn, familjur og sjúklingar. Um tað er eitthvørt, so er tað bara at spyrja teg – tú ert altíð góð í ráðum. Borgarar og avvarðandi hava álit á tær sum sjúkrarøktarfrøðingi, og øll eru glað, tá tú kemur á gátt.

Bárða Brandsdóttir
Tú er eisini sera arbeiðssom. Tað er skjótt frá orð til handling hjá tær – tá okkurt skal setast í gongd, tá ert tú ofta longu farin í gongd! Tá spurningar eru um tól - til dømis pumpur, dren, ella “iv” viðgerðir, tá ert tú altíð góð í ráðum.

Eg havi hoyrt, at tú eisini fert í allar hugsandi uppgávur. Tí ert tú eisini ein álítandi, umsorganarfullur og røkin sjúkrarøktarfrøðingur. Altíð til reiðar, og bæði borgarin og avvarðandi hava álit á tær og kenna seg trygg, tá ið tú kemur á gátt.

Súsanna Hansen (vanliga nevnd Ussa)
Tú hevur eina smittandi persónligheit, sum fær fólk í gott lag. Tú fert eisini heilhjartað til allar uppgávur. Og eg havi frætt, at tú altíð ert góð í ráðum, hjálpsom, arbeiðssom og fært loyst trupulleikarnar, tá ið teir stinga seg upp. Og tað er nemliga ein góður eginleiki at hava.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur gongur tú høgt uppí, at borgarin og avvarðandi hava tað gott. Tú dugir væl at tosa við borgaran, eisini tá ið teir hava avbjóðingar. Tú toyggir teg langt fyri borgaran, og ert álitisvekjandi og umsorganarfull og ert nógv avhildin.

Marianna Jacobsen
Tú ert eisini sera álítandi og hjálpsom. Tú fert gjølla til verka, og tá tú skalt loysa eina uppgávur, er alt væl úr hondum greitt. Og eg skilji, at tú hevur serligan áhuga í krabbameinssjúkum, og tað er sanniliga gott, at eitt vakið eyga verður hildið við hesi sjúkuni.

Eg veit, at tú ert góð í ráðum, hjálpsom og álitisvekjandi. Tú gongur høgt uppí, at einstaki borgarin hevur tað gott. Tú dugir væl at skapa góð sambond við borgara og avvarðandi. Og tí ert tú eisini nógv avhildin sum sjúkrarøktarfrøðingur.

***

- Eg fari at takka tykkum fýra hjartaliga fyri tykkara góða arbeiði og tykkara drúgvu tænastu. Í Tórshavnar kommunu eru vit errin av at hava fólk við tykkara innliti og royndum í starvi.

- Tit eru allar føddir sjúkrarøktarfrøðingar, dugnaligar á hvør sín hátt og hava hjartað á røttum stað. Og tað vita vit, at borgarin setur stóran prís uppá. 

- Tí vóni eg eisini, at tit framhaldandi fara at trívast í starvinum og verða verandi í tænastuni hjá Tórshavnar kommunu nógv ár aftrat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo