Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Átekningin á ársroknskapin hjá partafelagnum Vindfelagnum í Húshaga fyri 2020 er ikki blonk. SEV eigur allan partapeningin í Vindfelagnum í Húshaga sum sostatt er dóttirfelag hjá SEV.

Grannskoðarin hjá SEV og dótturfelagnum skrivar soleiðis í átekningini á ársroknskapin fyri 2020:

ÁHERÐSLA Á VIÐURSKIFTI Í ÁRSROKNSKAPINUM
Uttan at tað hevur ávirkað okkara niðurstøðu, skulu vit vísa á, at tað er ein ósemja viðvíkjandi innrokning av sølu av elframleiðslu millum P/F Vindfelagið í Húsahaga og SEV øðrumegin og Elveitingareftirlitið hinumegin. Um avroknað verður sambært áskoðanini hjá Elveitingareftirlitinum, hevur hetta týðandi ávirkan á fíggjarstøðuna hjá P/F Vindfelagið í Húsahaga, og um hetta verður úrslitið, minkar eginogn felagsins pr. 31/12-2020 við kr. 5,1 mió. kr. Vit vísa til umrøðuna og upplýsingar annars í notu 11 á síðunum 22-23 hesum viðvíkjandi.

Málið snýr seg um at SEV í mun til framleiðsluna skal hava avroknað ov nógv til dóttirfelagið, sum vann útboðið um at gera vindmyllulundina í kapping við privatar veitarar. Sostatt kann hetta sammetast við stuðul til dóttirfelagið, sum hevur størri inntøkur enn tað átti at havt. Elveitingareftirlitið metir, at dóttirfelagið hevur fingið 6,2 mió kr meira frá SEV seinastu fimm árini, enn treytirnar í tilboðnum løgdu upp til.

Ársroknskapurin 2020 hjá Vindfelagnum í Húsahaga er at finna á heimasíðuni hjá SEV.

Hann vísir eina nettosølu uppá 12,4 mió kr, eitt ársrúslit uppá minus 406 tkr og eina eginogn uppá 20,8 mió kr.

Leiðslan nevnir sjálv ósemjuna í frágreiðingini og sigur, at nýggj, rættað prísavtalað er send Elveitingareftirlitinum í februar við áheitan um góðkenning.

Les eisini: SEV hevur rindað egnum dóttirfelag ov nógv í mun til prísavtalu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo