At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá privata, amerikanska rúmdarferðarstovan Blue Origin í dag sendi triðja liðið av ferðafólki út í rúmdina, var 74 ára gamla Laura Shepard Churchley eitt av ferðafólkunum. Hon er dóttir fyrsta amerikumannin í rúmdini, Alan Shepard. Hann varð í mai 1961 menniskja nummar tvey at koma út í rúmdina, eftir russaran, Jurij Gagarin.

Nú Laura Shepard var úti í rúmdini var tað 60 ár eftir at pápin var har. Saman við henni vóru fimm onnur ferðafólk. Tey vórðu skotin 106 kilometrar upp í loft, og eftir nakrar minuttir í vektloysi lendu tey aftur í øllum góðum 11 minuttir seinni í eini oyðimørk í Texas.

Laura varð boðin við. Tað er ikki upplýst, hvat ein ferð sum henda kostar.

Tað er Jeff Bezos, sum stovnaði Amazon.com, sum eigur Blue Origin. Hetta er triðja ferðin út í rúmdina við ferðafólki, sum hann skipar fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo