Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sonny Johannesen, skipari, og menn hansara eru nú ávegis í Barentshavið við trolaranum Ennibergi at fiska tosk. Teir fóru av Havnini í gjárkvøldið.

Hóast nógv um at vera – telefonin ringdi dúgliga – gav Sonny sær stundir at støkka inn á gólvið hjá okkum á Argjum. Við sær hevði hann søguliga sekstantin hjá abbanum, Mortani í Hvannasundi, og greinina: “Færøske Helte,” (Politiken 15. Marts 1936).

Tað var soleiðis, at í 1935 fylgdust feðgarnir Mortan og Kaj Johannesen heim úr Grønlandi við hvør sínum skipi. Mortan førdi Blithesome og Kaj Coraliu.

Á Kappanum komu teir í himmalsins ódnarveður. Blithesome fekk ein sjógv og tók at søkka, og nú fór fram eitt tað sjáldsamasta og váðiligasta bjargingarbragd í føroyskari skipasøgu.

Við Mortani vóru tveir synir og við Kaj tveir brøður. Sostatt vóru seks mans úr sama húsi staddir í lívshættisliga ódnarveðrinum á Kappanum í september mánaði 1935.

Í ófatiliga vánaligum umstøðum eydnaðist teimum fyrstu ferð at fáa línu millum skipini. Kaj hevur sagt, at um teir royndu hundrað ferðir umaftur, so hevði tað ikki eydnast. Allir sekstan menninir á Blithesome vórðu stjóraðir umborð á deksbátin Coraliu.

Seinastur at leypa í havið frá søkkandi skútuni var Mortan. Tiltikni róligi skiparin hevði ymist viðføri við sær. Eitt nú sekstantin, sum Sonny her sýnir fram, og sambært greinini í Politiken kronometrið. Sum skilst, hevði Mortan smurt viðkvæmu tólini við margarini at verja tey ímóti salta sjónum.

Coralia helt síðan leiðina fram við 28 monnum umborð. 20. September vóru teir aftur í Føroyum í øllum góðum. Men tá var provianturin farin at ganga undan.

Chr. Petersen, sum skrivaði frásøgnina í Politiken 1936, endaði greinina við hesum orðum:

“Men den Gamle grinede alligevel lumsk, da han fik Meddelelse fra en Instrumentmager, der havde fjernet Fedtstofferne af begge Instrumenter og erklæret, at begge Instrumenter var som den Mand, de tilhørte – first Class.

Óli Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo