Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Maðurin sum í gjár skeyt 8 fólk til deyðis á einum FedEx goymsluhúsi í býnum Indianapolis í statinum Indiana í USA var fyrrverandi starvsfólk á arbeiðsplássinum. Maðurin var 19 ár og hann var sálarliga illa fyri.

Umframt tey deyðu fingu minst fimm fólk løstir, summi teirra álvarsligar.

Samveldisløgreglan FBI hevur upplýst, at 19 ára gamli maðurin beindi fyri sær sjálvum eftir at hava skotið frá hond inni í bygninginum og uttanfyri. Øll hendingin vardi bert í fáar minuttir.

Joe Biden forseti arbeiðir við einum lógaruppskoti sum skal avmarka vápnini ímillum vanlig fólk í USA og eisini skal gera tað truplari at ogna sær vápn. Hann hevur brúkt hendingina til at vísa á, at nýggja lógin kemur í tøkum tíma.

- Hetta má halda uppat. Tað er ein skendsil fyri alt landið, segði hann millum annað í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo