Skrivað hava Tórunn, Eyðvør & Vivian: Í kvøld vóru kvinnurnar í Vágum aftur í eldinum, hesaferð var SÍ á útivølli ímóti grannunum Drátti. Lagt var upp til ein spennandi dyst, men so var ikki.
Byrjunaruppstillingin hjá SÍ í fyrsta settið var hendan: Sissal og Katla á kantinum, Helga á diagonalinum, Hervør sum hevari, Annika og Maria á miðjuni og Tórfríð sum libero. Á bonkinum sótu Vivian, Tórunn, Eyðvør og Jónva.
Dráttur kom væl frá byrjan og við góðum spælið, serliga serv, løgdu tær seg á odda 7-3. Tær hildu hesa gongdina ígjøgnum alt settið og vunnu greitt 25-17.
Í øðrum setti gjørdi venjarin tvær broytingar í uppstillingini, Vivian kom inn fyri Katlu, meðan Jónva kom inn fyri Hervør. Aftur hesaferð kom Dráttur gott frá byrjan - við teirra góða verjuspælið og góðum serv, løgdu tær seg á odda 9-5. Vit royndu at svara aftur, men okkara spæl var sera rótut við nógvum feilum. Endin var at vit taptu settið 25-20.
Uppstillingin í triðja settið var tann sama sum í fyrsta, einasta broytingin er at Jónva kemur inn fyri Hervør. Enn einaferð koma vit langt afturút. Vit byrja settið rótut og eru aftanfyri 19-13. Men við góðum serv frá Jónvu, aggresivum blokki frá Anniku og Sissal, og góðum álopi frá Helgu og Katlu, megna vit at hála okkum upp á 22-21, og eru fyri fyrstuferð á odda í dystinum. Nú sæst at talan er um eina grannauppgerð, áskoðarnir sita spentir á áskoðara-plássunum og heppa púra villir uppá tað liðið teir halda við. Við góðum spæli megna vit at fáa settbólt 24-23, meeen Dráttur svarar aftur við góðum álopi og vinna tí settið 27-25. Vit tapa dystin 3-0.
Settúrslitini í dag gjørdust hesi SÍ -Dráttur 0-3 (17-25, 20-25 og 25-27)
Dagsins leikari: Sissal Ellefsdóttir (Gott álop allan dystin ígjøgnum og stabilar móttøkur)
Dagins kempari: Helga Guttesen (kempar væl, bjóðar seg fram í álopinum, og roynur at halda geistin uppi á liðnum hóast mótgang)
Vit takka tykkum øllum fyri stuðilin, men alt í alt kunnu vit siga at tit fingu nærum einkiiii gott at hyggja at, vit raktu okkara botnstøðið í kvøld - sum er aaalt ov lágt. Hetta eru vit sera keddar um, og koma sterkt aftur til næsta dyst sum verður sunnudagin 18. Oktober í høllini í Sørvági. Vónandi møta enn fleiri fólk upp og stuðla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo