Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Føroyski filmurin eftir Sakaris Stórá skal luttaka á størstu filmsstevnuni í Skandinavia, Göteborg Film Festival, í bólkinum Nordic Lights.

Filmsstevnan, sum byrjaði í 1979, sýnir í dag umleið 450 filmar frá 80 ymiskum londum, yvir 10 dagar síðst í januar og fyrst í februar.

Filmsstevnan hevur hvørt ár yvir 160.000 vitjandi og er av týdningarmestu filmssølumarknaðum á okkara leiðum.

Høvuðsvinningurin á eina millión svenskar krónur er størsta filmsvirðislønin í heiminum.

Hetta verður onnur filmsstevnan sum “Dreymar við havið” luttekur á í 2018. Fyrst á skránni er Tromsø International Film Festival um hálvan januar. Filmurin var á trimum filmsstevnum í 2017, eftir at hava gingið fyri fullum salum í Havnar Bio.

Til ber at fylgja við og lesa meira um filmin á facebook síðuni https://www.facebook.com/dreamsbytheseafilm/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo