Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Spælifilmurin eftir Sakarisi Stórá “Dreymar við havið” er boðin við í høvuðskappingina New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við 13 filmum úr øllum heiminum.

Filmstevnan verður 28 sept til 8  okt.

Tað var í Reykjavík, at Sakaris Stórá fekk sítt fyrsta herðaklapp, tá hann í 2010 fekk talentprísin fyri fyrsta stuttfilm Passasjeren.

Dreymar við havið er ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir samleika. Hetta er fyrsti spælifilmurin eftir Sakaris Stórá, ið áður hevur gjørt virðisløntu stuttfilmarnar Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.

Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir hava høvuðsleiklutirnar í filminum, Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikritið, og filmurin er framleiddur av føroyska Fish&Film saman við danska Adomeit film.

Filmurin hevur fingið sera góð ummælið herheima, og er væl vitjaður í biografinum. Filmurin gongur í Havnar Bio, og eisini ber til at bíleggja sersýningar fyrra- og seinnapartar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo