At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Drotning Margretha vitjar Havnina hósdagin 15. juli.

Fyrrapartin hósdagin 15. juli stevnir kongaskipið Dannebrog gjøgnum Nólsoyarfjørð saman við sluppuni Westward Ho og róðrarbátum. Umborð á sluppuni spælir GHM. 

Kongaskipið leggur at á Bursatanga klokkan 10, har borgarstjórin saman við løgmanni og ríkisumboðnum heilsar uppá drotningina.

Kommunan hevur sett saman eina skrá, sum gevur borgarum í kommununi høvið til heilsa uppá drotningina, samstundis sum drotningin fær møguleika til at síggja og hoyra nakað av tí, sum rørir seg í føroyska høvuðsstaðnum í hesum tíðum.

Almenna vitjanin í Tórshavnar kommunu byrjar á middegi, tá drotningin kemur á Trappuna í Vágsbotni. Borgarstjórin heldur røðu fyri drotningini. Havnar hornorkestur spælir og Kamarkórið syngur. Eisini fer Ævintýraferðin at framføra. Aftaná tiltakið á Trappuni bjóðar býráðið ein bita á Hotel Hafnia.

Seinnapartin kl. 14 spælir orkestrið Ælabogin fyri drotningini, tá hon vitjar Skúlan á Fløtum. Umframt at hoyra um og síggja nýggja skúlan og listarverkini, fer drotningin at hoyra framførslur frá næmingum á skúlanum.

Síðani verður farið oman í Sjóvinnuhúsið, har greitt verður frá broytingini frá saltsilo til vitanar- og vinnumenningardepil. Eisini fer drotningin at hoyra um føroyska filmsframleiðslu og verkætlanirar Trom og Heartist. Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir handar drotningini ein málning, sum hon hevur málað til hennara og bólkurin Sway fer at syngja.

Almenna vitjanin í Tórshavnar kommunu endar kl. 16 hósdagin.

Borgarstjórin Heðin Mortensen væntar, at nógv fólk fara at leita sær oman í býin at heilsa uppá drotningina, og hann vónar, at vitjanirnar í skúlanum á Fløtum og Sjóvinnuhúsinum vísa drotningini, at Havnin er ein høvuðsstaður í rúkandi menning. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo