Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Larmur, harðskapur og druk eyðkenna døgnrapportina hjá politinum, eisini hetta vikuskiftið.

Klokkan umleið 7 í gjárkvøldið fekk politiið fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Klaksvík, har ein bilur ikki helt víkiskylduna og tí elvdi til samanstoyt. Men av tí at bilførarin rýmdi av staðnum beint eftir hendingina bleiv málið uppaftur meira álvarsligt enn tað longu var, og tí var nógv lagt fyri at finna viðkomandi bil og -førara. Tá hann var funnin var skjótt greitt, at hann var ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd er tikin og viðkomandi noyðist at síggja fram til at skula í rættin at fáa dóm.

Annars var náttin eisini nógv merkt av larmi, tí nógvar húgvuveitslur vóru hildnar, fleiri eisini uttandura í teltum, og tað gjørdi, at fleiri grannaløg vóru órógvað. Ikki bara í Havn og á størru plássunum, men eisini úti um landið, greiðir vakthavandi frá.

- Tey spæla harðan tónleik, og serliga bassurin ferðast langt og ger, at fólk fáa ikki náttarfrið. Tá noyðast vit á staðið at heita á tey í veitslulagi um at larma minni.

Harumframt er eisini okkurt vanligt harðskapsmál, um til ber at siga so, har onkur er sligin ella á annan hátt korporliga álopin og síðani hevur meldað hendingina til politiið. Tá er neyðugt við avhoyringum og møguliga endar málið eisini við dómi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo