Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Í dag var Íverksetarahúsið, í Klaksvík, karmur um Danmarksmeistaraheitið í íverksetan fyri fólkaskúlanæmingar. Endin var at føroyski bólkurin ”DUEL – North Atlantic Skincare” sum er mannaður av Duritu Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir, frá Nám X vann Danmarksmeistaraheitið, frammanfyri 20 onnur lið úr øllum Danmark, eitt lið var eisini við úr Grønlandi.

DUEL vóru, saman við flokkinum og læraranum boðin til Íverksetrahúsið, har nógv bleiv gjørt burturúr finaluni. Kappingin skuldi upprunaliga vera í Kolding, men vegna koronasmittuna var kappingin netborin, og sostatt bleiv framløgan hjá DUEL stroymd úr í Íverksetarahúsinum.

DUEL – North Atlantic Skincare, sum hevur framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum, bergtóku av álvara donsku dómsnevndina. Sum grundgeving fyri fyrsta plassinum, legði dómsnevndin millum annað dent á, at DUEL hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Harumframt hevði DUEL gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir almikið. Umframt heiðurin og at kunna kalla seg Danmarksmeistarar í Íverksetan, vann DUEL eina virðisløn uppá 10.000 kr.

Tað er Fonden for Entreprenørskab sum skipar fyri Danmarkarmeistaraskapinum í íverksetan, og er hetta bert næstu ferð at næmingar úr Føroyum luttaka. Tað er at fegnast um, at arbeiðið við at skapa eina íverksetaramentan millum skúlaungdóm í Føroyum ber ávøkst.

Íverksetarhúsið ynskir DUEL hjartaliga til lukku við Danmarkarmeistaraskapinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo