Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit kenna hann flest øll. Henda dagin, har vit antin ikki orka, ella ikki tíma dagsins avbjóðingar. Eru móð, illa uppløgd, ella bara tyngri í huga eina løtu.

Orsøkirnar kunnu vera so nógvar, tí tað er nógv á skránni hjá flestu familjum og einstaklingum í dagsins samfelag.

Liggur líkasum í andanum, at vit skulu vera “on” altíð. Røsk, spennandi, og við túsund ætlanum afturat frammanundan ovurfyltu tíðarætlani. Tað er mestsum ikki loyvt at steðga á. Loyva sær at grunda, og dovnast, um tú vilt.

Ikki tí at eg haldi at leti, er ein støða sum er verd at stremba eftir. Nei, men tølini við teimum/okkum sum krevja heilivágskrevjandi viðgerð móti strongd, tunglyndi, kropsliga og sálarliga órógv, eru vaksin ræðandi nógv seinnu árini.

Tað er ikki lætt at gera seg klókan uppá orsøkirnar til “mistrivnaðin” í samfelagnum, og hjá tær og mær.

Sjálvur havi eg heldur einki svar, men eg eri farin at hugsa um rúmið til at steðga á. Hesa dýrabaru løtuna, har vit einki “skulu”. Geva okkum rúm til dýpið í degnum. Dýpið í vikuni.

Løtan har vit loyva okkum at vera 3 av 10. Ella kanska 0 av 10. Duga at vera kedd, uttan at vera deprimeraði. Duga at vera móð, uttan at vera strongd. Duga at vera røsk, uttan at vera á gosi.

Hóast vit sjálvandi skulu stremba eftir lívsins ljósi, so eru eisini styrkir í tí døkka.

Styrkir sum hjálpa okkum at laða lívið lættari, tí mangan skulu vit uppliva tað myrka, fyri veruliga at virðisseta tað ljósa.

Ferðin í dag er nógv, og lívið er ikki serliga langt, tá til stykkis kemur. Tí er skilligt at vit ótilvita fylla okkum kalendaran. Vilja fáa sum mest við á ferðini.

Nógv bendir á at tað er okay at skrúva fyri dagsins meldri onkra løtuna. Tølini tala fyri at løtan til tín, ja, til tín og títt rúm, er ein væla íløga.

Bæði fyri teg og tíni, men kanska allarmest fyri samfelagið, og tey menniskju sum saman skulu byggja tað.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo