Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvík: Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøku í samband við, at handilin Dugni, sum hevur verið á Kambsdali, flytur til Klaksvíkar. Handilin, sum hevur fingið navnið Tinghúsið, fer at selja møblar, innbúgv, barnaútgerð, húsarhaldsútgerð og nógv annað. Harumframt verður søla av kaffi og leskiligum køkum frá Marietta, sum júst hevur latið kondittarí upp í sama bygningi. 

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri røður. Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið og Torgerð Hansen bóru eisini fram heilsan.

Rani Nolsøe stóð fyri hugnaligum felagssangi, sum setti ein serlian dám á løtuna, sum varð avmarkað orskað av Korona-tilmælunum. 

Handilin letur upp í bygninginum hjá Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi í morgin klokkan 13.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo