At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talan er um bólkin CoronaVitan, sum í eina tíð hevur verið virkin á netinum.

Í einum innleggi frá 3. juli hevur bólkurin ein lista við nøvnum á fólki, sum nýliga eru deyð. Bólkurin vil vera við, at tey "hava givið sítt lív, fyri at vit skulu læra av effektini av prikinum" og sigur eisini, at talan er um morð.

Men fleiri avvarandi hjá teimum á áðurnevnda lista eru alt annað enn fegin, og geva sína misnøgd til kennar, og spyrja eisini, hvør tað er sum stendur aftanfyri henda facebookbólkin.

VP hevur spurt hjá politinum, nær ein slíkur bólkur fer um mark, men har er hugurin lítil at gera viðmerkingar í heila tikið til bólkar sum hesar, sum tað finnast fleiri av ymsastaðni á sosialu miðlunum, sambært politinum.

- Vit vita um hatta, men hava ongan hug til at siga nakað alment um slíkt, verður sagt av kanningardeildini.

- So tit hava onga viðmerking.

- Nei, í veruleikanum ikki.

Jetta Thorsdóttir er ein av teimum, sum hevur tikið sær tað nær, sum bólkurin skrivar. Hon misti beiggjan herfyri, og henni vitandi hevði hansara andlát onki við korona at gera.

- Eg haldi, tað er langt úti at nevna fólk við navni, uttan sjálvur at tora at siga, hvør man er, sigur hon við VP.

Hon hevur eisini spurt seg fyri hjá Dátueftirlitinum, men heldur ikki har er nøkur hjálp at heinta.

Tí heitur hon á fólk um at brúka møguleikan at melda bólkin hjá facebook, og soleiðis fáa steðga honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo