Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ein ávísur landstýrismaður, sum ikki lesur teldupostar hóast hann sjálvur hevur kravt hesar, varð valdur undir slagorðum sum m.a. "klokkuklárar mannagongdir", "treytaleyst nærlagni" og "rættstundis umhugsni".

Og KVF sær henda landsstýrismann sum tann, ið koma skuldi, og skal hesin koma við øllum loysnum til tess at fáa álit aftur á politisku skipanina og fáa samfelagið aftur á beint.

Serliga skuldi fiskivinnan fáast á beint aftur.

Ruddast skuldi upp.

Ein serlig nevnd varð sett at siga landstýrismanninum, hvussu fiskivinnan skuldi skipast.

Men landsstýrismaðurin dámdi ikki tilmælini frá serfrøðingunum, sum hann sjálvur hevði valt.

Millum serfrøðingarnar er kanningarstjórin, sum er settur at kanna, hví landsstýrismaðurin ikki lesur teldurpostar, sum hann sjálvur hevur biðið um.

Í staðin fyri at lurta eftir øðrum hava vit nú fingið eina fiskivinnulóg, sum av nógvum verður kallað ein ”Georg Gearløs skipan”.

Henda er serstøk á nógvum økjum, og millum óvanligu tiltøkini í nýggju fiskivinnulógini og øðrum lógaruppskotum kunnu nevnast:

• Prosentvís uppboðssøla av øllum fiskirættindum – einki annað land í heiminum brúkar henda leist.

• Okursskatting av fiskivinnuni. Upp til 84% av yvirkskotinum verður skattað – einki annað framkomið land brúkar henda leist, sum minnir mest um fulkomna nationalisering av høvuðsvinnuni, soleiðis at nærum alt yvirskot skal flóta yvir í almennu umsitingina, ið veksur sum eingin annar geiri.

• Reina politiska útluting av fiskirættindum umvegis settar nevndir – onnur lond velja umsetiligar kvotur uttan politiska uppí blanding, og heppnast væl við hesum.

• Útlendingar skulu út úr fiskivinnuni – onnur lond loyva útlendingum at umsita ein part.

• Alt skal landast í Føroyum – onnur lond loyva skipum at landa uttanlands.

• Osv.

Vit hava ongantíð upplivað slíkt kaos í fiskivinnuni, sum undir hesum landsstýrismanninum.

Loyvi verða flutt ólógliga, hóast landsstýrismaðurin er kunnaður um hetta frammanundan, skip og land missa virðir, tí nýggja lógin er ómøgulig at umsita, og eingin torir at gera íløgur í veiðiliðið.

Heldur verða íløgur gjørdar í bygningar. Og í miðlunum lesa vit um stásiligu nýggju fiskiskipini, sum okkara grannalond keypa í rúgvuvís.

Og ringt gerst verri.

Nýggjasta skotið á stammuni er ein dupult afturlatin uppboðssøla. 

Afturlatna uppboðssølan hevur fleiri vansar.

Størsti vansin er, at næstan øll viðurskifti eru ókend og duld fyri luttakarunum sum t.d. minstiprísur og stødd á sølulinjum.

Hetta ger tað torført hjá luttakarum at meta um, hvussu teir skulu handla á uppboðssøluni, og hvussu teir kunnu tryggja sær ein lut.

Men sambært KVF, so er tað bara landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum skilir fiskin, meðan øll vinnan ikki skilir hann.

Tað verður spennandi at síggja, hvussu leingi landsstýrismaðurin sleppur at eksperimentera við okkara høvuðsvinnu. 

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo