Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við samráðingarnar um yvirtøku av Gundadalshøllini í fjør varð gjørd ein støðulýsing av verandi høll. Høllini tørvar rímiliga umfatandi umvælingar komandi árini.

Í sambandi við ætlan um at útbyggja er hugsanin at gera forkanningar viðvíkjandi ymiskum byggiloysnum, herundir loysnir við undanframleiddum bygningseindum, har kostnaðurin kann haldast niðri og byggitíðin kann styttast.

Lendið norðanfyri høllina er í ávísan mun byggibúgvið frá byggingini fyrst í áttatiárunum, tá ætlanirnir upprunaliga vóru um eina dupulthøll. Hugsanin er bæði at kanna bygging av høll afturat verandi høll, og eisini at bygd verður nýggj dupulthøll.

Kanningarnar verða gjørdar fyri at fáa betri grundarlag fyri politiskari støðutakan um framtíðar loysnir, við bæði fíggingartørvi, rakstri-og viðlíkahaldi og við funktión í huga.

Býráðið skal hóskvøldið taka støðu til eitt uppskot, um at samtykkja at heimila umsitingini at fara undir hesar forkanningar, við møguligum loysnum fyri eini eyka høll í Gundadali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo