Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst ein tøkk til mítt fakfelag, FSN, fyri ikki at hava skrivað undir saman við teimum 26 fakfeløgunum, um at onki skal broytast við Samhaldsfasta efturlønargrunninum, og sum framhaldandi vilja hava eftirlønargjaldið dupultskattað.

Tað man vera fáastaðni í heiminum, at ein eftirløn verður dupultskattað, og eisini man tað vera sera sjáldsamt, at fakfeløg ganga á odda fyri at brandskatta sínar fyrrverandi limir. Ivist, um nevndinar í teimum 26 fakfeløgunum hava undirtøku millum sínar limir fyri grundgevingini um skatting av pensiónum.

At pensionisturin skal vera garanturin fyri fíggjarlógini hjá kommunum, haldi eg vera sera langt úti og stór skomm, at borgarstjórar standa fram og boða frá, at um samhaldsfasti ikki verður dupultskattaður, so fara kommununar á heysin. Hetta er heilt galið. Pensionisturin hevur goldið sítt og eigur IKKI at gjalda dupult nú á gamalsaldri.

Vónandi kann sitandi samgonga rætta skeivleikan, undanfarna hvørki vildi ella megnaði tað.

Svenning Borg 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo