Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Á fundinum á ráðhúsinum í dag vóru Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, Fía Lindenskov integrasjónssamskipari, Eyð Niclasen, skúlastjóri í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Heðin Mortensen borgarstjóri, Petra Olsen, lærari og samskipari sum starvast hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og Helena Dam á Neystabø vegna UMMR

Talan er um einki minni enn eitt nýbrot innan undirvísing, nú samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum. Áhugin er samstundis vaksandi fyri líknandi depilssamstarvi aðrastaðni í landinum.

Samstarvsavtalan millum Tórshavnar kommunu, Sørvágs kommunu og Vága kommunu, varð undirskrivað í dag av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, og av Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu.

Í mong ár hevur Tórshavnar kvøldskúli bjóðað málundirvísing fyri tilflytarum í føroyskum máli og føroyskari mentan. Hetta virksemið hevur verið í vøkstri farnu árini og hevur fingið alsamt størri týdning, nú vaksandi tal av útlendingum flyta til landið.

Í fjør bleiv undirvísingin skipað formliga av nýggjum sambært sonevndu CEFR-skipanini, ið tryggjar, at næmingurin kann fáa eitt formligt prógv, ið kann brúkast í framhaldandi lestri v.m. Talan er um undirvísing, nevnd “Føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3”.

Ikki øll øki kring landið hava eins góðar fyritreytir at skipa hesa undirvísing, og var tí ynski frá mentamálaráðnum og Sørvágs- og Vága kommunum, at Tórshavnar kvøldskúli kann skipa fyri skeiðum í Vágum hetta komandi skúlaárið.

Tímajáttanin verður endurgoldin frá UMMR, meðan ávísur kostnaður er av eitt nú umsiting. Hugsanin er, at Sørvágs- og Vága kommunur rinda eitt ómaksgjald til Tórshavnar kvøldskúla fyri tænastuna.

Ætlanin er at royna hesa skipan í eitt ár fyri fyrst og so meta um møguligt víðari samstarv. Samstarvið er heimilað í lógini um frítíðarundirvísing.

Upplýst varð á fundinum, at ein stórur partur av útlendingunum í Vágum starvast hjá Hiddenfjord. Hesi høvdu neyvan komið til Havnar í skúla, men við eini góðari avtalu um at tillaga undirvísing og arbeiðstíðir, so eru 15 á skúlabonki nú, og eftir ársskiftið verða tveir flokkar við tilsamans 35 næmingum.

Undirvíst verður í Sørvágs skúla. Lærarar eru Bjarni Steintún og Petra Olsen, sum eisini er samskipari.

Á fundinum á ráðhúsinum í dag vóru Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, Fía Lindenskov integrasjónssamskipari, Eyð Niclasen, skúlastjóri í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Heðin Mortensen borgarstjóri, Petra Olsen, lærari og samskipari sum starvast hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og Helena Dam á Neystabø vegna UMMR

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo