Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Pálmasunnudagur er í dag, sum er inngangurin til dymbildagaviku, eisini rópt stilla vika.

 

Sprotin.fo: Dymbildagaviku hevur navn sítt av, at kúlvurin í klokkunum, sum ringt varð við, var umvundin, so at klokkuljóðið doyvdist. Vanliga man vikan fyri páskir í dag verða rópt stilla vika, og tað er eisini gamalt norrønt navn. Fleiri av døgunum í dymbildagaviku hava serstakt navn við serstøkum týdningi.

 

Skírhósdagur

Skírhósdagur er til minnis um, at hin heilaga kvøldmáltíðin varð innsett. Navnið skír, ið merkir reinur, sipar eisini til, at Jesus tváaði føturnar á lærusveinunum. Sagt verður skírisdagur, og í Suðuroy verður dagurin róptur skertórsdagur. Var skírhósdagur góður, kom at vera góður hoyterri.

 

Langafríggjadagur

Langafríggjadagur er til minnis um krossfesting Jesu.

 

Hesir dagarnir í dymbildagaviku vórðu sjálvandi hildnir við strangari føstu, og nógvir vóru siðirnir viðvíkjandi matarhaldi og arbeiðslagi og øðrum hesar dagar. Til dømis kann verða nevnt, at skírhósaftanskvøld løgdu tey stein undir høvdið, at tey skuldu ikki sovna, og langafríggjadag sótu tey við eldsløkking.  

 

Páskaaftan

Páskaaftan hevur í føroyska álmanakkanum navnið leygardagurin reyði.

 

Tað kemur av, at tann leygardagurin eins og sunnudagar og aðrir kirkjuligir høgtíðsdagar hevur verið skrivaður við reyðum í álmanakkanum. Annars hevur páskaaftan frá gamlari tíð mong ymisk nøvn:

- sabbatum luminum, ljósanna hvíludagur

- sabbatum magnum, stóri hvíludagurin

- sabbatum sanctum, heilagi hvíludagurin

 

Skírhósdagur, langafríggjadagur og páskaaftan vórðu róptir Triduum sacrum, tríggjadagahalgan, síðsta stigið í fyrireikingunum til at halda páskir.  

 

Páskir

Navnið páskir kemur av hebráiska orðinum pasah, sum merkir at fara um ella leypa um og sipar til, at deyðseingilin skuldi leypa um hús hebreara. Summir halda, at orðið kanska merkir at fara yvirum, og sipar til útferðina úr Egyptalandi, tá ið ísraelsmenn gingu turrskøddir um Reyðahavið.

 

Í hvussu so er gjørdust páskir týdningarmesta hátíðin hjá jødum, til minnis um hesar hendingar. Hon var hildin í mánaðinum nisan (mars/apríl).

 

Við uppreisn Krists verða páskir eisini týdningarmesta høgtíðin hjá kristnu kirkjuni, men nú við einum øðrum dámi. Og eftir páskunum hava eisini teir dagar í kirkjuárinum, sum skifta ár um ár, fingið sítt pláss í álmanakkanum.

 

Tað var kortini ikki fyrr enn á einum kirkjufundi í Nikea í árinum 325, at teir samdust um, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir vársjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir vársjavndøgur, um fullmáni er henda dagin. Tað fyrsta, páskadagur kann vera, er 22. mars, tað síðsta 25. apríl.

 

Kelda: Axel Tórgarð

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo