Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ukrainar fegnast um málið, ið skuldi vísa seg at verða tað einasta í dystinum millum Ukraina og Føroyar á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør - Mynd: www.FSF.fo

Ukrainar fegnast um málið, ið skuldi vísa seg at verða tað einasta í dystinum millum Ukraina og Føroyar á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør - Mynd: www.FSF.fo

Ukrainar fegnast um málið, ið skuldi vísa seg at verða tað einasta í dystinum millum Ukraina og Føroyar á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Í samráð við ukrainska fótbóltssambandið, hevur evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA avgjørt, at útsettu dystirnir hjá Ukraina í verandi EM-undankapping fyri U21-landslið verða spældir í juni mánað.

Eftir upprunaligu leikskránni skuldu ukrainar havt spælt tveir dystir í mars mánað. Men orsaka av syrgiligu umstøðunum í landinum í hesum døgum, blivu dystirnir í fyrstu atløgu útsettir, og eina løtu ljóðaði, at teir møguliga ikki blivu spældir.

Men nú er avgerð tikin um, at írestandi EM-undankappingardystirnir hjá ukrainska U21-landsliðnum allir verða spældir sum ætlað, og eru settir á skrá í juni mánað.

Hetta hevur við sær, at dysturin millum Føroyar og Ukraina, sum skuldi vera hósdagin 2. juni, í staðin verður spældur mikudagin 1. juni klokkan 18:00 á Tórsvølli. Fyrri dysturin millum londini, sum varð spældur í Ukraina í oktober mánað í fjør, endaði við 1-0 sigri til ukrainar.

Eina lítla viku seinni, týsdagin 7. juni klokkan 16:15, er seinasti EM-undankappingardysturin hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum á skránni, tá Serbia kemur á vitjan. Dysturin millum Føroyar og Serbia verður við Djúpumýru í Klaksvík.

Støðan í bólkinum er tann, at Frakland er fremst við 19 stigum fyri 7 dystir. Ukraina er nummar 2 við 13 stigum eftir 6 dystir, og á 3. og 4. plássi koma Serbia og Føroyar við ávikavist 11 og 9 stigum fyri 8 dystir. Norðurmakedónia hevur 6 stig, og hevur eisini spælt 8 dystir, meðan Armenia er aftast við trimum stigum fyri 7 dystir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo