Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Síðani mars 2021 hevur Margarinfabrikkin roynt eina E-sport royndarverkætlan við 6 næmingum. Hetta er ein roynd at fáa ung at brúka E-sport, sum eitt aktivt positivt amboð í frítíð teirra. Næmingarnar eru úr 9.flokkunum úr fleiri skúlum í kommununi, og skulu teir ígjøgnum ymisk skeið í samband við E-sport venjingina.

Rúni Winther Johnsen ið er venjari hjá E-sport liðnum, greiðir frá at spælt verður í spælinum CS:GO, ið inniheldur nógvan taktik, strategiir, samskifti, muscle memory, reaktiónsevnir, logik og búskap. 

“Næmingarnar skulu ígjøgnum samskiftis-, logic-, lið-, og taktikvenjingar. Og eftir hvørja venjing og aftaná hvønn dyst, skulu næmingarnar ígjøgnum eina sjálvreflektión, fyri at læra meira um seg sjálvan, og hvussu teir kunnu gerast betri til at samskifta og gera hvønn annan betri."

Rúni Winther Johnsen greiðir frá, at spælið CS:GO er heimskent, og er eitt tað mest vanliga E-sport spælið í heiminum: “Í eitt nú Danmark bjóða tey E-sport í CS:GO í teimum flestu fólkaskúlunum, eftirskúlunum, háskúlum og frítíðartilboð - líka sum Margarinfabrikkin nú ger eina roynd í.”

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo