Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Tórshavn: Earth Hour 2020 verður leygarkvøldið 28. mars ímillum kl. 20.30 og 21.30. Tað er løtan har vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar, við at sløkkja streymin.

Av Koronavirusinum verður einki tiltak í Tinghúsgarðinum í Havn eins og undanfarin ár. Vit fara tó at flyta tiltakið yvir á sosialu miðlarnar, soleiðis at øll kunnu vera við.

Næstu dagarnar og líka til vit sløkkja fyri streyminum, kunnu tit fylgja við á facebook.com/<wbr />earthhourtorshavn, har Jón Aldará, umboð fyri Tjóðsavnið, fer at siga okkum eitt sindur um ljósdálking og lívmargfeldi í Føroyum.

Eisini fer Býarbókasavnið at viðmæla okkum bøkur um omanfyrinevndu evnir, og Hans Andrias fer at hugna um við góðum tónleiki, áðrenn forkvinnan í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, Turið Horn, fer at siga nøkur orð og sløkkja ljósið.

Sendið ein tanka ella tveir til umhvørvið, og umhugsið, hvussu vit sjálvi kunnu gera ein mun. Fylgið við á facebook.com/<wbr />earthhourtorshavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo