At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Yvir allan heimin verða ljós sløkt fyri at seta sjóneykuna á umhvørvið og jørðina. Hetta fara vit eisini at gera í Tórshavn, har skipað verður fyri hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum frá kl. 20.00 til 21.30.

Ljós í miðbýnum verða sløkt frá kl. 20.30 til 21.30. Tá fara vit at tendra kertiljós úr føroyskari seyðatálg og hava eina hugnaliga løtu við m.a. røðu, hugleiðingum og kórsangi.

Tórshavnar Kommuna bjóðar heitt kakao, og aftur í ár verður heitt á fólk um at taka sín egna kopp við. Hetta fyri at broyta vanan við at brúka einnýtiskoppar. Vit gera eina “koppvelting”!

Evnið á Earth Hour í ár er “Connect2Earth”,  og Annika Bolton Mortensen fer at hugleiða um jarðarknøttin og hvussu vit lofta umhvørvisavbjóðingunum.

Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini heldur røðu. Eisini verður kórsangur við Kamarkórinum.

Í samband við tiltakið verður vegurin stongdur frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, millum kl. 20:00-22:00.

Gøtuljósini í miðbýnum í Tórshavn verða sløkt, tískil heitir kommunan á fólk um at ansa sær hesa løtuna, tá gøtuljósini í miðbýnum eru sløkt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo