Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska oljufelagið Effo hevði vinning uppá nærum 40 milliónir krónur í fjør. Tað skal samanberast við 37 mió kr í 2019.

Tað megnaði Effo, hóast topplinjan, sølan, minkaði við heili 150 milliónum krónum - úr 920 mió kr í 2019 til 770 mió kr í fjør.

Men framleiðslukostnaðurin minkaði nógvi - við 159 mió kr, og tí gjørdist endaliga úrslitið betri enn árið fyri.

Effo hevur ein sámuligan fíggjarstøðujavna uppá 278,6 mió kr og eina eginogn uppá smáar 100 mió kr.

Eigararnir tóku heili 100 mió kr í vinningsbýti í fjør. Seinastu fýra árini hevur vinningsbýtið annars verið smáar 18 mió kr árliga.

95 fólk starvaðust hjá Effo í fjør.

Janus Thomsen er stjóri í Effo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo