Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Effo og Vindrøkt handaðu herfyri eina umsókn til Orku um el-framleiðslu á Gellingarkletti 29. mars.

Umhvørvisstovan hevur í dag, 08. apríl góðkent umsóknina hjá Effo og Vindrøkt um at seta 6 vindmyllur av slagnum Vestas V117 - 4.2MW upp á Gellingarkletti.

Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til El-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til uml. 26% av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum.

Samlaði framleiðslumátturin er 25, 2 MW og kann vindmyllulundin væntandi framleiða 100GWT árliga.

Vindmyllurnar væntast at verða settar upp longu í heyst og vindmyllulundin vera í rakstri og framleiða grøna orku í november 2021.

Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, fegnast um at felagið vann útboðið.

- Hetta er eitt risa fet fyri Føroyar á grønu kósini, tí hetta svarar til eina oljusparing á uml. 19.000 tons av olju.

Stjórin í Effo, Janus Thomsen, fegnast somuleiðis um tíðindini í dag.

- Sum orkufelag ynskja vit at viðvirka til at føra Føroyar fram á grøni leiðini, og harvið minka um okkara veðurlags- og umhvørvisárin.

- Tí fegnast vit um at hava vunnið útboðið, og eru sera spent uppá at fara í gongd við verkætlanina. Endamálið hjá okkum er at veita føroyska samfelagnum orku, so hetta er eitt stórt stig á røttu leiðini, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Nøkur fakta um Vindrøkt og Effo:
- Vindrøkt vóru teir fyrstu sum 2003 settu vindmyllur upp í Føroyum á vinnuligum grundarlagi.
- Verandi vindmyllulund á Mýrunum í Vestmanna, framleiðir orku svarandi til nýtsluna hjá uml. 1.250 sethúsum.
- Effo hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá D.D.P.A (Det Danske Petroleums Aktieselskab) í 1918.
- Kom á føroyskar hendur tá felagið bleiv keypt frá Statoil í 2007. Sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100% av felagnum í dag.
- Fekk navnið ”Effo” í 2009, ið sipar til heitið Føroya Orkufelag.
- P/F Effo og Sp/F Røkt eiga 50% hvør í Vindrøkt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo