Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mangt bendir á, at norski javnaðarflokkurin við Jonas Gahr Støre (myndin) á odda fer at vinna stórtingsvalið sum er í Noregi í dag.

Hendir tað, so er tað fyrstuferð síðani 2001 at bæði Noreg, Svøríki og Danmark hava sosialdemokratiska stjórn.

Men tað er ikki nakað óvanligt, og í veruleikanum er tað meira regulin enn undantakið at javnaðarflokkarnir ráða fyri borgum í norðurlondum, tað sigur Hans Mouritzen, sum er serfrøðingur í smálandadiplomatii og serliga svendskum politikki við Altinget.

- Fólk í norðurlondum hava stórt álit á statinum, og vilja fegin gjalda nógvan skatt fyri ein stóran almennan sektor. So í so máta er ikki talan um nakra sensatión, sigur hann.

Hóast javnaðarflokkarnir sita við borðendan í skandinavisku londunum, so er undirtøkan ikki eins stór í dag sum hon hevur verið. Í 90unum var ikki óvanligt, at triði hvør veljara valdi júst sosialdemokratarnar. Í dag liggur undirtøkan hjá flokkunum undir 30%, og tí er neyðugt við fleiri stuðulsflokkkum, skulu teir skipa stjórn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo