Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 2,2% frá 1. januar 2021, soleiðis at eftirlønin fer frá 5.740 kr. um mánaðin til 5.865 kr. um mánaðin í 2021. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 70.380 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2021.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2019 vóru útgoldnar 568 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2020 er mett til umleið 590 mió. kr. mió. kr. og til umleið 620 mió. kr. mió. kr. í 2021.

Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo