Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 90 kr. um mánaðin frá 1. januar 2022.

Tað svarar til eina hækking á 1,5% soleiðis at eftirlønin fer frá 5.865 kr. um mánaðin í 2021 til 5.955 kr. um mánaðin í 2022.

Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 71.460 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2022.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2020 vóru útgoldnar 600 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2021 er mett til umleið 630 mió. kr. mió. kr. og til 655 mió. í 2022.

Ársfrágreiðingin hjá AMEG kann takast niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo