Eg havi lært, at tú verður ikki djarvur av at liva uttan ótta, men bert við at vinna á honum
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur frá fyrsta degi víst ábyrgdarloysi og roynt at brúka tað ólukkuligu koronastøðuna vit eru í “til politiskan løtuvinning”. Tí sum Sjúrður sigur - vit eru vegurin, lívi og sannleikin, tá tað kemur til rættvísi - altso Javnaðarflokkurin.

 

Fyrsti koronatilburðurin var ikki meira enn staðfestur, tá Sjúrður Skaale við 3.337  atkvøðum og vann fyrsta fólkatingssessin - misbrúkar koronastøðuna politiskt til egnan fyrimuns.

 

Hann hevur javn og samt lagt eftir landsstýrinum í tí álvarsligu støðu landsstýrið (sum forrestin er fólkavalt) er havnað í, grundað á korona, men sum við fakkunnleika og ráðgeving hevur loyst uppgávuna til UG til dags dato.

 

Tað er nemt at vera bakklókur, Sjúrður - og hava loysnir og ikki hava ábyrgd.

 

Tann fyrsta lortaspannin var - hví politiski myndugleikin ikki stongdi flogvøllin beinanvegin o.s.fr.

 

Eg hevði væntað, at tann skilamaður hann er - vigaði tyngri politiskt enn hann ger - tók ábyrgd og vísti, at hann ikki er ein lættisoppapolitikari, sum er sloppin at skora bílig poeng burturúr hesari vanlukkustøðu alt samfelagið er endað í.

 

Men nei, aftur nú er hann úti um, at landsstýrið kann køva sunnar fyritøkur og at hjálparpakki 2 ikki er nóg góður.

 

So er spurningurin um ikki allur Javnaðarflokkurin stendur aftanfyri? - men brúkar Sjúrður, tí gløggur og skarpur er hann við penninum, lat ongan iva verða um tað.

 

Hevjað teg upp politiskt Sjúrður - tak tað ábyrgd, sum veljarin hevur vísti tær.

 

Vís nú veljarunum aftur, at tú kann bera ábyrgdina, sum veljarin hevur givið tær - fell ikki so lágt sum tú ger við at misbrúka hesa vanlukkustøðu fyri at skora nøkur politisk bílig poeng.

 

Ikki hevði eg væntað hettar av tær Sjúrður - so slettis ikki.

 

PS: Eg virði talifrælsið og at gera viðmerkingar - men, men, men?

 

Við virðing fyri støðuni.

 

Annfinn Brekkstein

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo