At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Uni Holm Johannesen, sum vit enn kenna úr Degi og Viku, fer mikudagin at innleiða sýngina við nýggja svenska filminum ”Eg eri Zlatan”.

Í innganginum fer Uni Holm Johannesen at hugleiða um orsøkina til, at gerandisligi fótbólturin og frásagnir um fótbóltsspælarar eru so væl umtókt evni og hava so stóra ávirkan í okkara samfeløgum - sjálvandi við Zlatan sum motori!

Nýggi svenski biografiski spælifilmurin ”Eg eri Zlatan” er gjørdur eftir vælroynda underdog-leistinum um ein ungan drong frá Rosengård, sum við ongum øðrum enn viljastyrki, hørðum arbeiði og trúgv á egnan mátt og megi, fer út í heim at sparka á størstu vallum í Evropa.

Filmurin, sum er hin næstseinasti í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin, er ein hugtakandi lýsing av folkhemmet Svøríki, og teim stóru broytingum, sum har fara fram, soleiðis sum kendasti svenskari nakrantíð, Zlatan, sær tær.

”Eg eri Zlatan” førir okkum av grúsvøllunum í útryjðuni av Malmö til ríkasta grøna grasið í størstu evropeisku fótbóltsfeløgunum.

Við dugnaskapi, hørðum arbeiði og sterkum vilja ber alt til, sjálvt hjá svensktfødda Zlatan Ibrahimovic, ið er ættaður av Balkan.

Í filminum ”Eg eri Zlatan” fær áskoðarin eina undirhaldandi, sum er so málsøkin, at hon ber við sær málskot í hundraðtali, óteljandi landsdystir og ørandi transfergjøld.

”Eg eri Zlatan” er søgan um besta svenska fótbóltsspælara, sum við einum skálkabrosi eisini kláraði at vinna áskoðararnar.

Leikarar í filminum um Zlatan eru Dominic Bajraktati Andersson, Granit Rushiti, Cedomir Glisovic, Merima Dizdarevic, Selma Mesanovic.

Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og hvørt mikukvøld í Havnar Bio. Seinasta sýning fyri summarsteðgin er um kendasta russiska andstøðingin ”Navalny”. Tann filmurin verður sýndur 25. mai.

FILMSFELAGIÐ: 18/5 kl 20:00 Eg eri Zlatan (Jens Sjögren, Svøríki 2021 100 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo