Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Í mínari verð má tað geva meining at arbeiða. Tað vil siga, at tú mást hava eina ella aðra ávirkan á arbeiðið – og tú mást hava áhuga í arbeiðinum.

Soleiðis sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, sum varð valdur Ársins Leiðari á Leiðaradegnum 2018.

Frimodt Rasmussen skal halda fyrilestur á Leiðaradegnum 2019, har yvirskipaða evnið er spurningurin um alt skal geva meining.

- Alt má hanga saman í eini fyritøku – tí eg nytti einki í mær sjálvum. Um eg eri burtur ein dag, arbeiðið koyrir akkurát líka væl, sigur Frimodt Rasmussen.

- Spurningurin um alt skal geva meining, hevur mín áhuga, og tað fari eg at halda fyrilestur um á Leiðaradegnum 2019.

 - Tú skal tíma tað tú gert, tað skal vera ein meining við at koma til arbeiðis. Tað skal ikki bara vera nakað, sum tú ert noyddur at gera fyri at fáa tingini at hanga saman.

- Sjálvt um fólk skulu hava ávirkan á sítt arbeiði, so má man eisini ansa eftir, at tú ikki ger tað soleiðis, at fólkið bestemmar alt sjálvt, so fer alt í sjálvsving. Tað ræður um at duga at leiða, sigur Frimodt Rasmussen.

Leiðardagur 2019 verður á Hotel Føroyum 25. januar, og áhugin at luttaka er stórur. Tilmeldingin fer fram á www.synergi.fo. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo