Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Í veruleikanum var eg ikki varug við, at eg varð happað, tað fleyg yvir høvdið á mær, til eg fór í 8. flokk. Sum barn helt eg bara, at eg átti ikki at vera partur av hópinum. Mær dámdi at vera einsamøll og treivst í mínari egnu verð. Um nakar tók míni ting ella blakaði tey burtur, bað mamma meg ikki taka tað so tungt, og hon lærdi meg ikki at taka mær av orðunum frá øðrum, tí ting kunnu fáast til vega aftur. Tá ið ein ikki reagerar upp á happing, hevur hon ikki ta ynsktu ávirkanina. Eg var eisini kropsliga sterk, og eingin gjørdi mær fortreð fysiskt. Einasti máti at happa meg uppá var at halda meg uttan fyri felagsskapin. Men tað gjørdi ikki mær so nógv, tað var meira mamma mín, sum varð kedd mína vegna.

Erla hevði ongan at spæla við, onga vinkonu, og eingin kom heim við henni eftir skúlatíð. Tá ið hon skuldi halda føðingardag fyri flokkinum í byrjanini av tannáringaárunum, komu bert tvær gentur, og tær fóru beinanvegin, tá ið eingin annar kom. Erla gavst tí at halda føðingardag fyri flokkinum.

- Áðrenn eg fór í skúla, spældi eg við børn í grannalagnum, men tað tykist sum um, at tá ið ein fer í skúla, so er tað brádliga ikki góðtikið at spæla við børn, sum eru yngri ella eldri enn ein sjálvur. Eg riggaði kanska betur saman við dreingjunum reint sosialt og var meira uppi í spælinum hjá teimum, men tað vóru genturnar, sum tyktust at stýra flokkinum, sigur Erla.

Tað var ikki, fyrr enn næmingar úr Gøtu og Leirvík komu í framhaldsdeildina, at Erla umsíðir fekk eina vinkonu, sum hon eisini hevur samband við í dag. Men hon ber ikki agg til nakran, hvørki næmingar ella lærarar; hon heldur, at tað kanska ikki var so stór tilvitan um happing millum lærarar, og at teir hugsavnaðu seg um fakligu frálæruna heldur enn námsfrøðiliga og sosiala partin. 

- Vit royna øll bara at passa inn í okkara bólk, og eg passaði ikki serliga væl inn. Men eg var treisk, og treiskleiki hevur verið ein stór drívmegi. Av tí at eg havi eina sunna sjálvsvirðing, hava tey, ið happaðu, ikki megnað at bróta kjarnuna í mær, sigur Erla, sum tó hevði eitt øki, har hon var á heimavølli, og tað var í tekning, og hon varð boðin við av og á.

Í 2013 byrjaði Erla av Vollanum í serflokkinum í Hoydølum, haðan hon tók prógv fyri skjótt tveimum árum síðan.

Les alla samrøðuna við Erlu av Vollanum í seinasta Skúlablaði, sum eisini snýr seg um treiskni, fyrimyndir, stuðul, dreymar og sjálvbjargni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo