Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Eyðdis H. Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, brúkti orðið vinnan í Vágum, tá ið hon var í Kringvarpinum í sambandi við ferðsluna í Vágum, nú talið av ferðandi um flogvøllin bara økist munandi hvørt ár.

Innleggið í Kringvarpinum stóðst sjálvandi eisini av lesarabrævi á VP, har uppskotið aftur var nevnt um at fáa ein tunnil sum kemur út í Vatnsoyrum, so sleppast kann undan at koyra gjøgnum bygdirnar Miðvág og Sandavág.

Men borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, helt ikki at neyðugt er at gera ein tunnil sum kemur út í Vatnsoyrum.

- Teir fimm minuttirnir sum spardir vera, eru dýrir, eisini fyri vinnuna í økinum, segði hon milum annað. Øll samrøðan hoyrist her.

VP spurdi tí borgarstjóran, um hon hevði tosað við stóru vinnufyritøkuna í Vágum, millum annað Luna, men tað sigur borgarstjórin seg ikki hava gjørt.

- Eg hevði ikki tosað við nakran vinnurekandi áðrenn. Eg skuldi brúkt orðið "handilsvinnan" og ikki bara vinnan, sigur borgarstjórin í svarinum til VP.

Borgarstjórin vísur á, at vinkulin var "ferðvinnan" og varð spurd í sambandi við ferðsluna gjøgnum Vága kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo