Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var nokkso undarligt at vera vitni til uppstillingarfundin í míni heimbygd, Søldarfjørður.

Men lat okkum byrja við byrjanini og fyri at gera tað stutt, so var tað áleið hetta sum hendi.

Fyriskiparin til bygdalistan setti seg í samband við meg, tí teir ætlaðu at skipa fyri uppstillingarfundi skjótast gjørligt og teir vildu hava, at eg skuldi boða frá hesum.

7. september boðaði eg sostatt frá, at uppstillingarfundur skuldi verða seinast í mánaðinum.

Sigast skal, at longu 20. august setti ein persónur seg í samband við meg. Rættast er nokk at siga, at hann nokk eisini er ein av stigtakarunum. Hann spurdi meg, um tað ikki var rættast hjá okkum í Søldarfirði/Skipanes at fara uppá stóralista A.

Eg svaraði honum, at um so var, so máttu fólkini í bygdunum hoyrast. Tí vildi eg hava ein fund um hetta, áðrenn uppstillingarfundin fyri bygdalistan. Men soleiðis varð ikki.

Aftaná hetta, havi eg so fingið at vita, at ætlanin var, at eg ikki skuldi á listan, eg skuldi “bypassast”! Eisini havi eg fingið at vita, at fyriskipararnir upplýstu fyri nýggja felagslistanum, at eg ikki skuldi á uppstillingarlistan í Søldafirði.

Tað ger tað lætt at skilja, hví fyriskipararnir søgdu eitt við meg ein dag og eitt annað ein annan dag.

Eg fekk eisini at vita, beinleiðis frá fyriskiparunum, at eg var óynsktur á listanum. Eg varð beinleiðis spurdur, um eg ikki sjálvur helt, at eg var ein trupulleiki fyri bygdina.

Alt hetta gekk fyri seg, meðan eg var umborð og tí var tað ikki nógv, eg kundi gera.

Fundurin kundi ikki bíða. Mín sannføring er, at teir vildu ikki bíða, til eg var heima aftur.

Orsøkin til, at eg kom heim var, at vit brutu túrin av.

Av eini ella aðrari orsøk, hava fyriskipararnir fylgt við, hvar man hevur sirkulera. Tí vit vóru ikki komnir undir land, tá teir aftur settu seg í samband við meg. Og tá so eg valdi at ganga ein umveg inn í skúlan, hoyrdist tíðiliga: “Hann er her”, og so var tøgn eina løtu.

Síðan koma vit til fundin.

Har søgdu hesir somu menn, at teir ynsktu meg á listan. Hví søgdu teir ikki sannleikan fyri fólki?

Eg segði nei, orsaka av tí, sum er nevnt omanfyri. Hesir menn ynsktu ikki, at eg var á listanum, og so fari eg sjálvandi ikki uppá listan. Tað gevur jú onga meining. Eg kann bara harmast um, at hesir ikki høvdu rygg til at siga sannleikan.

Eg skal tó viðganga, at tað var sera trupult hjá mær at lata vera við at siga allan sannleikan á fundinum um tað, sum varð gjørt ímóti mær. Men eg skuldi havt spurt, hví eg skuldi “bypassast”. Allastaðni hoyrist, hvussu hesir menn framvegis avnokta sannleikan. Tað hevði eg ikki trúð um teir.

Á fundinum vóru eisini fólk, sum vóru óvitandi um, hvat gekk fyri seg. Tey vóru kedd um, at eg ikki stillaði upp á bygdalistan og onkur var so rørdur, at eg ivaðist í, um eg gjørdi rætt.

Steingrund Akustik varpaði út um alla bygdina. Onkur “Karate Kid” royndi at filma. So her var týðiligt, at okkurt skuldi prógvast. Onkur helt kanska, at ein pappageykur stóð aftanfyri hetta. Nøkur fólk hava evnini til at draga hampafólk inn í slíkar ótespiligheitir.

Eg haldi, at hetta sum gongur fyri seg, skapar “splid” í okkara lítla bygdasamfelag, sum hevur staðið saman, sum ein skansi, seinastu 100 árini.

Stóra tøkk til tykkum, ið møttu á fundinum fyri at stuðla mær.

“Attitude is a little thing, that makes a big difference”.

Jonhard Danielsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo