Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu tíðina hava vit frætt um fleiri avvarðandi, sum eru komin í neyð, tí ongin er at taka sær av teirra nærmastu, sum eru óhjálpin á ein ella annan hátt.

Samstundis frættu vit úr Norðoyggjum, at hóast stovur standa tómar á røktarheimunum, so ber ikki til lata eldri og óhjálpin fáa plássini, tí ongin søkir størvini, sum lýst verða leys.

Hetta er støðan, sjálvt um 11 fólk longu standa á einum akuttum bíðilista.

Íkomna støðan er ikki nýggj, og fer bara at versna sum frálíður og versna skjótt.

Í fjør gjørdi Búskaparráðið vart við, at fleiri hundrað starvsfólk fara at mangla innan eldra- og umsorganarøkið næstu árini, um onki verður gjørt.

Tó hoyrist onki frá politisku skipanini um ítøkiligar ætlanir at bøta um støðuna.

Herfyri las eg um eina danska heilsusystir, sum koyrdi runt í Keypmannahavn um náttina at hyggja til nøkur óhjálpin gomul fólk, sum búðu heima.

Hon greiddi frá, at tað hendi seg, at fólk lógu deyð, tá hon hugdi forbí.

Er hetta støðan, sum vit síggja fyri okkum í Føroyum?

Í mínum egna ættarliðið er eitt stórt tal um fólki, sum verða røktarkrevjandi næstu árini.

Fleiri í hesum ættarliði gerast heilt gomul, tí framstig innan heilsuøkið og eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk, hava syrgt fyri okkara heilsustøðu.

Men er tað rímiligt, at vit skulu óttast fyri at gerast gomul, sum útlitini eru í løtuni?

Nei, tað er ikki rímiligt!

Sjálvur eigi eg ein pápa, sum fyllir 92 ár um nakrar dagar, um hann hevur lív og heilsuna.

Higartil hevur hann klárað seg í egnum heimi við góðari hjálp frá heimatænastuni og avvarðandi.

Men hvussu verður støðan, um hann gerst óhjálpin, og ikki kann búgva heima longur?

Í løtuni kann hann klára at fara stetlandi við stavinum, sum víst á myndini, men støðan kann skjótt broytast.

Fer hann tá at standa sum nr. 12 ella seinni á akutta bíðilistanum í Norðoyggjum?

Dømini vit hava hoyrt og sæð í seinastuni vísa, at allir myndugleikar vaska hendur, og vísa til annan myndugleika, sum heldur ikki veit nakra loysn.

Tí má støðan loysast politiskt, sjálvt um tað tekur langa tíð at venda skútuni.

Útbúgvingarmøguleikarnir hjá starvfólki mugu økjast og bøtast, lønin má hækka og starvstreytirnar bøtast, og tey, sum hava brúk fyri starvi fulla tíð, mugu fáa henda møguleika.

Hetta er tað mest grundleggjandi, men helst eru tað onnur viðurskifti, sum eisini mugu fáast upp á pláss.

Ótolandi støðan, sum bara fer at versna, má setast á politiska dagsskrá nú beinanvegin!

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo