Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er alment kent, at frákoyrdi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum valkvøldið 1. september 2015 umleið kl. 21.00 á kvøldi gekk fullkomuliga grassat.

Hon rann sigursgongd millum kringvarpsfólkini við valúrslitinum í hondini:

“Vit vunnu, vit vunnu”.

Fólk sótu sum kánus.

Hesin sami tíðindaleiðari hevði nevniliga sett sær fyri at gera lívið hjá tásitandi samgongu so súrt sum møguligt.

Hon legði eina stratesji – enntá saman við øðrum miðlum – hvussu framstandandi limir í tásitandi samgongu kundu fellast.

Vit vita, hvussu gekst.

Stratesjiin hjá Liljuni Weihe eydnaðist:

- Samgongan tapti valið og politisku javnlíkar hennara – m.a. fyrrverandi arbeiðsgevari hennara – vunnu valið so ruddiliga.

Tíðindaleiðarin kom tó í mótvind.

Fyrrverandi stjórin í Kringvarpinum hevði fingið nóg mikið av henni. Hon var uppsøgd av illoyalum atburði.

Hereftir byrjaði eitt hitt merkiligasta starvsfólkamálið í Føroya søgu. 

Mentamálaráðið gav fyrst uppsøgnini “stegðandi virkna”.

Við øðrum orðum var (óhefta) Kringvarpið sett undir umsiting:

- Tit fáa ikki loyvi at seta nakran annan í starv.

Hetta er eindømi í føroyskari rættarsøgu.

Síðani staðfesti Mentamálaráðið, at uppsøgnin var ógildug.

Ráðið viðmerkti harafturat at “Liljan Weihe er framvegis tíðindaleiðari”.

Eisini henda niðurstøðan er eindømi í føroyskari rættarsøgu.

Málið luktaði so mikið illa, at misálit var reist i Løgtinginum.

Hart kroystur mátti løgmaður viðganga, at niðurstøðan skuldi skiljast soleiðis, at málið var “heimvíst til nýggja viðgerð”.

So slapp (óhefta) leiðslan í Kringvarpinum aftur til arbeiðis.

Liljan Weihe fekk bjóðað eitt annað starv, men tók ikki av.

Málið aftur kært, eisini við kravi um steðgandi virkna, men Mentamálaráðið tordi ikki aftur hesaferð at koma til hesa niðurstøðu. 

Kæran fekk drúgva viðgerð og málið endaði við, at málið var “heimvíst til nýggja viðgerð”.

Mentamálaráðið úttalaði annars, at Liljan Weihe hevði forbrotið seg í tænastuni.

Orsøkin til løgnu heimvísingina skuldi vera, at Kringvarpið hevði gloymt at vegleitt tíðindaleiðaran um, at tók hon ikki við starvinum, var hetta at meta sum ein uppsøgn.

Fyri triðju ferð mátti (óhefta) leiðslan í Kringvarpinum taka støðu til málið.

Tíðindaleiðarin fekk bjóðað annað starv, tók ikki av, og var hereftir uppsøgd.

Málið aftur kært.

Nú fekk samgongan manurerað málið soleiðis, at eitt annað ráð mátti sleppa til arbeiðis.

Mentamálaraðið var vorðið ov “kritiskt”.

So endaði málið á borðinum hjá Uttanrikis- og Vinnumálaráðnum, og har hevur málið ligið í mánaðir.

Í dag kom so fyrsta avgerðin. 

Kæran hjá tíðindaleiðaranum skal aftur – hálvtannað ár eftir uppsøgnina -  hava “steðgandi virkna”. 

Hetta eiga at vera rættiliga góð tíðindi fyri tíðindaleiðaran, sum sostatt higartil hevur megnað at hildið øllum øðrum frá starvinum – við fullari løn sjálvandi – til “kæruskipanin” hjá samgonguni er liðug at viðgera málið.

Nú hevur tíðindaleiðarin fram um øll onnur menniskju í Føroyum megnað at fáa tveir myndugleikar at geva óhefta kringvarpinum kravboð:

- Tit røra ikki starvið hjá Liljuni Weihe.

Óhefti “public service” stovnurin er aftur settur út av spælinum.

Stovnurin hevur nú í útvið tvey ár ikki fingið virkað sum stovnur, tí frákoyrdi tíðindaleiðarin hevur fingið eina heilt óvanliga lagaliga viðgerð frá sitandi samgongu. 

Ikki torført at skilja, tí helst er støðan tann, at samgongan vil hava sín tíðindaleiðara í starv, áðrenn valdysturin byrjar.

Spurningurin er so, um Liljan Weihe aftur hesaferð sleppur at rópa um allar geilar:

- Eg vann, eg vann.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo